Vegleiðing og ráð um stuðul til gransking á Jobmatch
Granskingarráðið fer á Jobmatch í ár eins og undanfarin ár at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.
Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknir um stuðul til gransking.
Serligur dentur fer at verða lagdur á, at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul til phd.-lestur. Freistin at søkja Granskingargrunnin í 2020 er 15. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch.
Eisini ber til at hoyra um møguleikarnar í Horizon 2020.
Vælkomin á bás okkara í Høllini.
Annars ber altíð til at hitta okkum á skrivstovuni á Bryggjubakka og at kunna teg um møguleikar og treytir á gransking.fo