Granskingarráðið á Jobmatch 2014
Jobmatch verður 30. desember 2014 í Norðurlandahúsinum.Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv.
Granskingarráðið fer á Jobmatch í ár eins og undanfarin ár at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.
Serligur dentur fer at verða lagdur á, at til ber at søkja stuðul úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum til verkætlanir. Vit fara at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul úr grunnunum báðum. Freistin at søkja Granskingargrunnin í 2015 er 16. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch.
Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið. Hendan verður kl 16.20 tann 30. desember.
Tað ber sjálvsagt eisini til at fá vegleiðing, uttan at koma til Jobmatch. Til ber at ringja á +298 567800, skriva til gransking@gransking.fo ella at støkka inn á gólvið hjá okkum á Bryggjubakka 12 í Havn.