Granskingarráðið á Jobmatch 2012
Jobmatch2012 verður 28. desember 2012 í Østrøm á Skálatrøð.Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv.
Granskingarráðið fer á Jobmatch2012 at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.
Serligur dentur fer at verða lagdur á, at til ber at søkja stuðul úr Granskingar-grunninum til verkætlanir. Vit fara at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul úr Granskingargrunninum. Freistin í 2013 er 15. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch2012.
Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás á Jobmatch2012 og at hava eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið. Hendan verður kl 18.40 tann 28. desember.
Tað ber sjálvsagt eisini til at fá vegleiðing, uttan at koma til Jobmatch2012. Til ber at ringja á +298 567800, skriva til annika@gransking.fo ella at støkka inn á gólvið hjá okkum á Bryggjubakka 12 í Havn.
Les um Granskingarráðið á Jobmatch2012