Stórur áhugi fyri ph.d.lestri á Jobmatch2012
Granskingarráðið hevði úr at gera á Jobmatch2012. Nógv fólk vitjaðu básin, ikki minst fyri at spyrja um møguleikarnar at fáa fíggjað ph.d.lestur. Eini 15 fólk høvdu ítøkiligar spurningar í hesum sambandi.
Umframt vegleiðing og prát á básinum hjá Granskingarráðnum, hevði Annika Sølvará eina almenna framløgu um møguleikarnar at søkja stuðul til gransking úr Granskingargrunninum. Gott 20 fólk lýddu á. Framløgan kann síggjast her.
Árliga umsóknarfreistin hjá Granskingargrunninum er 15. februar 2013, kl. 12. Seinastu árini hevur umsóknartalið ligið millum uml. 35 og 45 umsóknir, harav 10 til 15 umsóknir hava verið um stuðul til ph.d.lestur. Játtanirnar úr Granskingargrunninum frá 2002 til 2012 kunnu allar síggjast í Stuðulsyvirlitinum.