3f805121ba350db18e693015d9e83641.jpg
Skriva út
Lagt út: 26.11.2013

Vegleiðing um møguleikar fyri granskingarstuðli á JobMatch

Jobmatch2013 verður 30. desember í Østrøm á Skálatrøð. Tiltakið er serliga ætlað lesandi í Føroyum og uttanlands og fer at varpa ljós á starvsmøguleikar og geva rúm fyri ítøkiligum samrøðum um komandi samstarv.

Granskingarráðið fer á Jobmatch2013 at gera vart við, hvørjir møguleikar eru fyri at arbeiða sum granskari í Føroyum ella sum føroyskur granskari uttanlands við tilknýti til føroyskar stovnar og fyritøkur.

Serligur dentur fer at verða lagdur á, at til ber at søkja stuðul úr Granskingargrunninum til verkætlanir. Vit fara at vegleiða fólki, sum umhugsa at søkja stuðul úr Granskingargrunninum. Freistin í 2014 er 17. februar kl. 12, so tað er í tøkum tíma at søkja sær ráð á Jobmatch2013.

Granskingarráðið fer bæði at hava ein bás við møguleika fyri vegleiðing og eina framløgu við góðum ráðum í sambandi við umsóknararbeiðið.

Um tú vilt tryggja tær møguleika fyri at fáa ítøkiliga vegleiðing til tína verkætlan, kanst tú longu nú skriva til okkara á gransking@gransking.fo ella ringja á +298 567803.

Tað ber sjálvsagt eisini til at fá vegleiðing, uttan at koma til Jobmatch2013. Set teg í samband við okkum, so kunnu vit avtala eina tíð at tosa saman.

Les um Granskingarráðið á Jobmatch2013

Mynd: Østrøm