Stuðul 2021
Skriva út
Lagt út: 04.11.2021

Søk stuðul til gransking 2022

Freistin at søkja stuðul til gransking í 2022 verður 15. februar kl. 12 (á middegi) føroyska tíð.

Lýsingin eftir umsóknum er júst kunngjørd her. Hon er dagførd samsvarandi nýggja regluverkinum, sum er komið í gildi í ár.  Eisini hevur nýggja faknevndin tikið avgerð um onkrar tillagingar. Ein av hesum er, at minstamark fyri stuðli er broytt frá 150.000 kr. til 300.000 kr. og ásett er, at verkætlanir skulu vera í minsta lagi 6 mánaðir til longdar. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men víst verður á, at játtan úr Granskingargrunninum fer sjáldan væl upp um 1 mió. kr.

Stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri

Nýggjur umsóknarportalur og dagførd krøv til umsóknir

Granskingarráðið hevur gjørt av, at umsóknir framyvir skulu sendast inn gjøgnum ein umsóknarportal, sum er mentur til virksemið hjá stovninum.

Dagførdu krøvini og vegleiðing eru nú savnaði í einum skjali - Terms of reference - og vegleiðing er eisini at finna á umsóknarportalinum.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Fíggjarkarmar

Tað eru 8,5 mill kr. í uppskoti á fíggjarlógini til stuðul í 2022, hetta er ein hækking uppá 1 mió. kr í mun til 2021. Fyrivarni verður tikið fyri at fíggjarlógin er ikki samtykt enn. (Dagføring 18.desember: Fíggjarlógin 2022 er samtykt, játtaða upphæddin til verkætlanir er 7,5 mió. kr.)

Seinastu mongu árini hevur talið av verkætlanum, sum hava fingið játtað stuðul, ligið millum 8 og 12 árliga. Eitt yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir sæst her