Stuðul 2021
Skriva út
Lagt út: 30.09.2020

Søk stuðul til gransking 2021

Freistin at søkja stuðul til gransking í 2021 verður 15. februar kl. 12 (á middegi) føroyska tíð. Hetta hevur granskingarnevndin gjørt av.

Eins og áður kann stuðul verða latin:

- føroyskum granskarum og granskaralesandi
- gransking og menning á ella í tilknýti til føroyskar granskingarstovnar og vinnufyritøkur
- gransking og menning, ið hava týdning í føroyskum høpi

Stuðul kann verða latin til ymisk sløg av verkætlanum.

Umsóknir skula skrivast á serligt oyðublað og fylgja ávísum krøvum. Lýsing av krøvum, skrivlig vegleiðing og oyðublað eru at finna her.

Dagførd krøv til umsóknir

Mett verður, at granskingarverkætlanir mugu hava eina ávísa stødd og tíðarlongd, fyri at kunna fáa nakað munagott burturúr. Minstamark fyri stuðli er nú broytt frá 80.000 kr. til 150.000 kr.

Eisini er gjørt av, at allar umsóknir, sum lúka formligu krøvini, verða sendar til uttanhýsis metingar. Higartil hava smæstu verkætlanirnar verið mettar innanhýsis.

Í arbeiðs- og tíðarætlanini – Management Plan í vegleiðingini – skal ein váðameting gerast. Hon skal vanliga fevna um metingar um, hvørja møguligar avbjóðingar kunnu vera í sambandi við ítøkiligu verkætlanina og hvussu farast skal fram í slíkum føri. Hetta kann eitt nú vera, um verkætlanin verður órógvað av starvsfólkamissi, manglandi atgongd til granskingarinfrakervi, tí innsavning av dátum ikki gongur sum væntað ella annað.

Í ár er serliga týdningarmikið at meta um váða og leggja alternativar ætlanir í sambandi við korona, eitt nú avmarkingar orsakað av sjúku ella ferðabanni.

Mælt verður umsøkjarum til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknirnar.

Fíggjarkarmar

Tað vóru 7,5 mill kr. tøkar á fíggjarlógini til stuðul í 2020 og tað sama er í uppskotið til játtan fyri 2021. Fyrivarni verður tikið fyri at fíggjarlógin er ikki samtykt enn.

Seinastu mongu árini hevur talið av verkætlanum, sum hava fingið játtað stuðul, ligið millum 8 og 12 árliga. Eitt yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir sæst her

Nýggj lóg broytir ikki karmar fyri stuðli til gransking

Í juni mánað samtykti Løgtingið nýggja lóg fyri virksemið hjá Granskingarráðnum. Hetta hevur við sær ymsar broytingar, sum fara at verða settar í verk 1. januar 2021. Hesar koma tó ikki at broyta stuðulsskipanina til gransking.