Sjóneykan sett á leikvísindi í jólakalendaranum
Í desembur fara vit í Granskingarráðnum at varpa ljós á ymisk dømi um øki, har almenningurin gevur týdningarmikil íkast til gransking í Føroyum.
Vit seta sjóneykuna á tað, sum vit kalla leikvísindi, onkur sigur borgaravísindi, á enskum kallað Citizen Science.
Leikvísindi er, tá vanlig fólk luttaka í ella geva íkast til granskingarverkætlanir. Tað eru einstaklingar ella bólkar av fólki, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis hjálpa vísindafólkum við at savna, greina og deila ymiska vitan og tilfar, sum kann brúkast til at lýsa og loysa týdningarmiklar spurningar og veruligar avbjóðingar. Hetta kann vera við at eygleiða og avmynda djóralív, máta vatn- og luftgóðsku, deila og greina myndir av ymsum slag, skjalfesta og deila upplivingar og tankar um ávís evni og mangt annað . Leikvísindi geva øllum møguleika at gera mun og at luttaka í størri høpi.
Seinastu 10-15 árini eru alt fleiri fólk, sum geva íkast til gransking, sjálvboðin ella eftir áheitan.
Orsøkirnar eru fleiri.
Internetið er bíligari og betri, vit hava betri GPS tøkni, betri mobilútgerð, myndatól, dronur, superteldur, og dátugoymslur.
Vit hava fleiri talgildar miðlar og amboð, sum lætta um skjalfesting, skráseting, innsavning og skipan av upplýsingum og myndum.
Fólk eru betri útbúgvin, hava fjølbroyttar arbeiðsroyndir, meira frítíð og liva longri.
Við øllum hesum ber til skjótt og lætt at savna inn vitan í nøgdum og í støðum, har granskarar áður ikki hava rokkið, og at samskifta um alt hetta á ein ómakaleysan hátt .
Vit hava við leikvísindum fingið munandi meira og betri samstarv millun almenning og granskingarumhvørvi sum heild.
Jólakalendarin hjá okkum er at finna á Instagram og Facebook hvønn dag í desembur.
Hevur tú eitt dømi um øki, sum tú heldur at vit kundu lýst, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo og á tel. 567800.