Sjovinnuhusid
Skriva út
Lagt út: 17.08.2023

Vísindavøkan í Sjóvinnuhúsinum 22. september 2023

Vísindavøkan 2023 verður í Sjóvinnhúsinum fríggjadagin tann 22. september.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Uttanfyri verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Á Svalanumkring matstovuna Silo verða eisini ymisk tiltøk til stór bøn og vaksin.

Framløgurina verða frá kl. 8.15 til umleið kl. 15. Tá verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, onkrum lættari tiltaki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar. Øll eru vælkomin og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Skráin verður kunngjørd í næstum.

Eisini verður skráin fyri Vísindavøku á ferð kunngjørd í næstum.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum