Vv A Ferd
Skriva út
Lagt út: 06.02.2024

Vísindavøka á ferð í Suðuroy

Vísindavøka í Suðuroy, sum varð útsett vegna veður farna heyst, er nú sett á skrá aftur.

Mikudagin 6 mars verða tvey tiltøk. Kl. 12.00 á Miðnámsskúlanum í Suðuroy og kl. 19 í Miðlatúni í Vági. Á skránni verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum:

Framløgurnar verða hesar á báðum støðum:

Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy
Helgi Winther Olsen, Fróðskaparsetrið

Alduorka í Føroyum
Bárður Joensen, Fróðskaparsetrið

Ein kanning um, hvussu føroyingar, sum hava hjálpartól, uppliva hjálpartólatænastuna
Turið Jacobsen, gestagranskari, Fróðskaparsetrið

Tiltøkini eru almenn og ókeypis.

Fyrivarni verður tikið fyri broytingum.