Heini í Skorini fekk miðlaheiðursløn 2023
Á Vísindavøkuni 22. september varð kunngjørt, at Heini í Skorini fekk ársins miðlaheiðursløn.
Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Í nevndini eru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Í nevndini vóru Jón Brian Hvidtfeldt, Bergur Djurhuus Hansen og Dagmar Joensen-Næs.
Við heiðurslønini fylgir ein gáva á 5.000 kr.
Jón Brian Hvidtfeldt segði soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:
Dómsnevndin metir, at Heini í Skorini á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.
"Heini í Skorini hevur verið nógv frammi í føroyskum og serliga útlendskum miðlum seinasta árið, har hann við støði í sínari gransking hevur greinað og perspektiverað týðandi hendingar á altjóða pallinum.
Heini dugir sera væl at miðla sína gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt og at greina torskild og viðkvom evnir á altjóða pallinum. Hann er engageraður og dugir væl at seta sína gransking inn í aktuellar støður og koma við niðurstøðum, sum lyfta kjakið og gera okkum klókari um tað, sum hendir í verðini.
Heini í Skorini er við bókaútgávum sínum og við framúrskarandi greiningum sínum í altjóða miðlum vorðin ein viðurkendur granskari úti í heimi, og tað er við til at lyfta virðingina fyri føroyskari gransking uttanlands.
---------
Granskingarráðið hevur fingið fleiri tilmælir um at geva Heina í Skorini miðlaheiðurslønina í ár.
Í einum tilmæli stendur m.a.:
”Heini í Skorini hevur á fyrimyndarligan og gávumildan hátt miðlað sína gransking í miðlum í øllum Norðurlondum og útum, nú koranbrenningarkreppan hevur sett Danmark og Svøríki undir trýst frá OIC í ST.”
Og í einum øðrum tilmæli stendur:
”Heini hevur verið boðsendur av føroyskum og ikki minst donskum og øðrum útlendskum miðlum sum serfrøðingur at greina og greiða frá um framsøgufrælsið, sum er vorðið eitt aktuelt evni í sambandi við koranbrenningar og tey tiltøk, sum stjórnir ætla at seta í verk í hesum sambandi.
Tað er onki at ivast í, at Heini við sinum ótroyttiliga penni, góðu frásagnargávum og vilja at seta tíð av til tíðindafólk og politikkarar at svara spurningum og greiða frá, hevur lyft samlaða vitanarstøðið ikki bara í Føroyum, men í øllum norðurlondum um hetta mál.”
Eftir at hava fingið heiðursbræv handað, takkaði Heini í Skorini fyri herðaklappið. Hann fegnaðist um viðurkenningina og legði dent á týdninigin av at miðla gransking til almenningin eisini. Heini takkaði starvsfeløgum og leiðslu á Søgu- og samfelagsdeildini fyri gott samstarv og karmar at arbeiða undir, ikki minst samanborið við onnur størri universitet, har dentur í alt størri mun er á kvantitet heldur enn kvalitet. Heini takkaði eisini Granskingarráðnum fyri áhaldandi miðling av gransking í Føroyum.
Heiðursløn fyri góða almenna miðling av gransking
Talan er um heiðursløn, sum Granskingarráðið letur á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling av gransking.
Heiðurslønin er áður latin:
2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 – Marnar Fríðheim Kristiansen
2022 - Maria Skaalum Petersen