HE Verkstova Sean Mccarthy
Skriva út
Lagt út: 22.01.2021

Væleydnað tiltak um Horizon Europe

ES-kommisjónin sjósetur í næstum Horizon Europe, sum er nýggja skráin við møguleikum fyri samstarvi og stuðli til gransking, menning og nýskapan. Horizon Europe kemur í staðin fyri Horizon 2020, sum Føroyar hava luttikið í seinastu sjey árini.

Til tess at fyrireika okkara tilgongd til Horizon Europe og umrøða, hvussu vit eiga at skipa okkum fyri at fáa sum mest burturúr, skipaði Granskingarráðið saman við Fróðskaparsetrinum fyri skeiði. Skeiðið var netborið og luttakarar vóru í Kongshøll og á zoom pallinum.

Tað var Dr. Séan McCarthy úr Írlandi, sum við sínum drúgvu royndum kunnaði um nýggju Horizon Europe skránna. Dr. Séan McCarthy hevur síðan 1995 skipað fyri skeiðum og luttikið á ráðstevnum, har hann úr øllum sjónarhornum hevur givið av sínum 40 ára royndum við evropeiskari gransking.

Væl kom burturúr. Luttakararnir fingu gott innlit í umfatandi virksemið handan Horizon skránna, frágreiðing um, hvussu skráin verður fyrireikað og nógv góð hugskot um, hvussu vit í Føroyum eiga at gera vart við okkum altjóða og soleiðis økja um luttøkuna.

Dr. Séan McCarthy og fyritøka hansara Hyperion hava í 2020 tillagað fundarvirksemið orsakað av umstøðunum. Á heimasíðuni er yvirlit yvir “Online Open Courses”, har eru stuttfilmar, sum vísa hvussu “Online Training” verður fyriskipað og har liggur nógv annað gott tilfar. 

Vitja síðuna her

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum