ES Flagg
Skriva út
Lagt út: 28.04.2025

Horizon Europe útboð fyri 2025 almenn

Horizon Europe hevur work programmes ella arbeiðsskráir, ið innihalda útboð fyri eitt ella tvey ár á gangin. Í ár fevnir arbeiðsskráin um eitt ár, nevniliga 2025. 

Arbeiðsskráir eru fyri hvørt øki sær, umframt eina innleiðslu - General Introduction - sum inniheldur upplýsingar um, hvør kann søkja og hvørji krøv verða sett umsøkjarum. 

Gevið gætur at arbeiðsskráirnar eru almennar, men ikki endaliga samtyktar enn. Tí skal takast fyrivarni fyri innihaldi, freistum o.ø..Heitt verður á øll um at hyggja væl eftir møguligum broytingum, áðrenn ein umsókn verður send inn.

Umsóknarportalurin letur upp, tá ið útboðið er samtykt og endaliga almannakunngjørt í mai mánaði.

Vitja síðuna við "pre-published work programmes" her