Horizon Europe kunningarfundir
Nærum allar arbeiðsskráirnar í Horizon Europe fyri árini 2023 og 2024 eru nú almennar.
Arbeiðsskráir, við enska heitinum Work Programmes, innihalda útboð, sum einstakur granskari ella samstarvsnetverk kunnu søkja. Umsóknir til Horizon Europe verða mettar av serfrøðingum og tær skulu allar kunna vísa á samfelagsnyttu fyri Evropa. Arbeiðsskráirnar liggja her
Nógv spennandi evni eru millum tey ógvuliga fjølbroyttu økini og tað er umráðandi at seta seg væl inn í tað, sum dentur skal leggjast á í umsóknini. Tí skipar ES-nevndin fyri kunningarfundum, sum øll eru vælkomin at luttaka í.
Flestu fundirnir eru í desember og onkur er í januar 2023. Fundirnir eru á netinum og ikki er neyðugt at boða frá luttøku. Tað ber eisini til at hyggja eftir fundum, sum hava verið. Allir fundirnir verða lýstir her
Í kalendaranum á gransking.fo sært tú eisini, nær ymsu fundirnir verða og leinki til síðuna hjá ES-nevndini.