4559ee6e6660f3151f0df3a499d56e0b.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.11.2009

Koppingarevni móti royking


Um nøkur ár kanst tú fáa koppingarevni ímóti royking. Eitt koppingarevni er nevniliga við at verða ment av amerikonsku biotek fyritøkuni Nabi Biopharmaceuticals. Felagið er júst farið í samstarv við heilivágsrisan Glaxo-SmithKline. Tað skrivar videnskab.dk í dag.

Loynidómurin aftanfyri koppingarevni, sum verður kallað NicVAX, er, at roykjarin ikki fær njóting av sigarettunum, eins og vanligt her hjá roykjarum. Koppingarevnið forðar nevniliga nikotini í at náa heilan.

Tvær kliniskar undankanningar eru gjørdar og vísa fyribils úrslit, at NicVAX hjálpir upp ímóti helvtini av roykjarum at sleppa undan sigarettunum.

Seinastu undankanningarnar verður nú settar í verk har umleið 1000 roykjarar skulu verða við. Væntandi verða úrslit av hesi kanning tøk á heysti 2011, og um alt gongur sum ætlað, so kann evnið skjótt koma á marknaðin eftir tað.

Les meir á videnskab.dk

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum