Góð miðling er at einfalda uttan at spilla
Sum granskari og miðlari skal ein vera trúgvur móti sínum faki og ansa sær fyri at einfalda ov nógv. Granskarar kunnu gerast klókari av at samskifta við almenningin. Hetta sigur Vincent Hendricks, professari í heimspeki og granskingarmiðlari í samrøðu við Irene Berg Petersen, journalist á Videnskab.dk,
Videnskab.dk hevur givið út eina nýggja hondbók um miðling av gransking við heitium: “Slip din viden løs. Håndbog i faglig formidling”. Í bókini eru samrøður við seks av bestu miðlarunum av gransking í Danmark. Ein teirra er Vincent Hendricks, sum er elitugranskari og professari í heimspeki á Institut for Medier, Erkendelse og Formidling á Københavns Universitet.
Ein av týdningarmestu royndunum hjá professaranum í mun til miðling er, at hann sum granskari er vorðin klókari av at hava eina aðra áhoyrarafjøld enn lesandi og starvsfelagar.
Í samrøðuni sigur Vincent Hendricks millum annað:
“Avbjóðingin við at skriva klummur er, at tú á hálvari aðru síðu skalt leggja tilfarið fram, greina og gera niðurstøður um nakað, sum granskarar vanliga skriva heilar bøkur um. Tú noyðist at sortera og at finna fram til, hvat ið er neyðugt at taka við, samstundis sum tað er týdningarmikið at skriva verður við lættari málførslu uttan tó at gerast platt og tú skalt kunna hyggja lesara og starvsfelaga tín í eyguni aftaná.“
Tekur tú atlit til, hvussu starvsfelagar tínir skilja tað tú miðlar?
“Tað eru tveir bólkar tú skalt standa andlit til andlits við, tá tú miðlar: Tey, tú miðlar til – og starvsfelagar tínir. Tó er tað fakið í sær sjálvum, sum er týdningarmest at vera trúgvur ímóti. Um hetta verður havt í huga, verður miðlingin lættari, tí tá snýr tað seg um at umboða fakið heldur enn starvsfelagar og umhvørvið. So leingi tú kanst verða trúgvur móti fakinum og upp á hálvaaðru síðu ert førur fyri at greiða frá, greina og gera ein úrskurð um ávísa trupulleikan við lættari málførslu uttan at tað tó gerst platt, er alt í lagi.”
Hvussu metur tú um, í hvønn mun tað er í lagi at slaka upp á fakligan neyvleika fyri at røkka góðari miðling?
“Tað er júst tað, ið er stóra kynstrið. Tað er munur á at “forsimpla” og at “foreinkla”. Tá tú “forsimplar”, kanst tú koma til at skera nakað av tí burtur, sum er undirstøðið fyri fatanini av trupulleikanum. Tá ið tú hinvegin “foreinklar”, tekur tú eitt ritstjórnarligt val, har tú metur um, hvat ið er neyðugt fyri at kunna geva eina greiða fatan av lýsta trupulleikanum. Tú hevur sum granskari ábyrgd av hesum vali og her er tað, tú skal brúka fakligu førleikar tínar.”
Hvørji eru bestu ráð tíni um miðling til aðrar granskarar?
“Ein skal hugsa um, hvørja kunning almenningurin hevur tørv á fyri at gerast klókari . Tað má ein taka støðu til í mun til samanhangin.”
Hvat fært tú sjálvur burturúr at miðla?
“Tað er ein ósamsvarandi áskoðan um, at almenningurin verður klókari, tá granskarar miðla, men at granskarar ikki gerast klókari av hesum. Tað er skeivt. Tú fært ein fakligan vinning.
Lutvíst verður tú betur førur fyri at skera inn á bein og at skilja millum gott og ringt – eisini tá tú skrivar granskingargreinar. Men almenningurin vendur eisini av og á aftur við týðandi trupulleikum í mun til gransking tína, sum tú sjálvur ikki hevur givið tær far um. Tað kunna vera fólk, sum skriva teldupostar, aftaná at tú hevur verið í eini sjónvarpssending. Onkuntíð er tað sera beinrakið, tað tey siga. Hetta er ein áhugaverd feedback-mekanisma, sum ein við fyrimuni kann troyta sum granskari.
Í tekstunum, sum eg skrivaði fyri fimm árum síðani, brúkti eg klassisk, abstrakt og heimspekilig dømir fyri at lýsa kjarnan. Í dag brúki eg bert dømir, ið eru tikin úr gerandisdegnum. Eitt nú kann tað vera eitt Woody Allen-kut, ein hending ella ein tilgongd í sosialu miðlunum, ein uppliving í Fona, sum lýsir eina serstaka kunningar- ella sosialsálarfrøðiliga hending og so framvegis. Dømi úr gerandisdegnum gera granskingina nógv gagnligari, og niðurstøðurnar verða meira viðkomandi fyri almenningin.”
Greinin er týdd og umskrivað frá Videnskab.dk
Bókin Slip din viden løs kann keypast frá forlagnum Ajour