11f761d50a649355faa0e1cba0fdc541.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.08.2012

Vegleiðing stóran týdning í ph.d.ritgerðum

Vegleiðarastílurin er  týdningarmikil fyri vísindaligu góðskuna í ph.d.verkætlanum hjá sjúkrasystrum. Tað vísir norsk kanning.

Elisabeht Severinsson, professari, á háskúlanum í Vestfold, hevur kannað hvørji sjónarmið vegleiðarar og sjúkrasystrar, sum arbeiða við eini ph.d.ritgerð, hava um vegleiðarastíl- og góðsku, granskingarrelateraðar uppgávur og týdningin av ph.d. vegleiðingini.

- Kanningin vísir,  at yrkisligu førleikarnir og royndirnar hjá vegleiðarum tóktust at ávirka vegleiðingarumhvørvið, og hvussu nógva stuðul vegleiðarin gevur. Báðir partar hava avgerandi týdning fyri góðskuna av verkætlanini ella ritgerðini, sigur Elisabeth Severinsson.

Kanningin, ið fevndi um 9 vegleiðarar og 6, sum tóku ímóti vegleiðing, vísti eisini, at granskingarvegleiðing er ein arbeiðsháttur, har vegleiðari og tann sum verður vegleiddur samstarva við tí fyri eyga at betra um førleikarnar hjá vegleiðara til at duga at leggja til merkis førleikar og avmarkinginar hjá tí lesandi.

- Sosiala samspælið millum partarnar og eitt greitt samskifti er avgerandi fyri góðskuna á vegleiðingini, sigur hon.

Semja var millum tey, sum luttóku í kanningini, at týdningarmiklasta uppgávan, sum er tengd at granskingini hjá einum vegleiðara, er at fylgja væl við í granskingartilgongdini, at eggja og koma við kritiskum viðmerkingum til tilfar, sum verður lagt fram, umframt at hjálpa til við at skapa ein granskingarleiklut.

- Munagóð vegleiðing fevnir um eitt gott umhvørvi og stuðul til at granska. Ein slík vegleiðing fevnir um eina samansetta sosiala støðu millum tveir partar. Tí er tað týdningarmikið við samanhangandi samskifti við tí fyri eyga at menna akademiskar førleikar, sjálvbjargni og kritiska hugsan, sigur Elisabeth Severinsson við forskning.no

Kelda: videnskab.dk

Les meira her