Niðurkøling forðar fyri deyðsfalli og heilaskaða eftir blóðtøpp
Fleiri fólk doyggja og onnur fáa heilaskaða orsaka av blóðtøppi í heilanum. Ein røð av nýggjum royndarverkætlanum vísa, at niðurkøling av kroppinum kann forða fyri fleiri av avleiðingum, ið blóðtøppar kunnu hava við sær.
Blóðtøppur í heilanum er ein av størstu deyðsorsøkunum í Evropa og paradoksalt so er tað sera avmarkaðir viðgerðamøguleikar fyri blóðtøppi í heilanum. Hvønn dag doyggja túsund evropearar av blóðtøppi í heilanum og tvífalt so nógv verða heilaskadd.
Men nú er vón fyri framman. Á fleiri sjúkrahúsum kring allan heim hava granskarar tað síðsta árið framt eina røð av royndarkanningum. Royndarkanningarnar vísa, at ein einføld viðgerð kann avmarka talið av deyðsføllum og álvarsligum heilaskaðum orsakað av blóðtøppi í heilanum. Viðgerðin er at køla kroppin niður til 35 stig, beint eftir at sjúklingurin hevur fingið blóðtøpp í heilan.
Granskararnir fingið stóra peningajáttan frá ES
Royndarverkætlarnirnar eru ikki nokk í sær sjálvum til at avgerða, hvør viðgerð skal nýtast til hesar sjúklingar. Men úrslitini eru so lovandi, at ES hevur játtað 11 milliónir evrur til sonevndu fasu III – royndina, ið kann geva granskarunum neyðugu svarini.
Les alla greinina her
Kelda: Videnskab.dk