75f523484908274cf1b7c384c9b3f90b.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.04.2012

Bíligur blóðtrýstheilivágur eins góður og tann dýri heilivágurin

Nýggj donsk kanning vísir, at bíligur blóðtrýstheilivágur virkar eins væl og tann dýri varianturin. 

Kanningar av blóðtrýstheilivágnum Losartan og Candesartan hava sett embætisfólk í fleiri heilsuverkjum í eina tvístøðu:

Tann bíligi heilivágurin Losartan økir um vandan fyri, at sjúklingar við hjartaslysni doyggja – meðan tann dýri heilivágurin Candesartan í fyrstu atløgu er meiri úrslitagóður. Embætisfólk hava tí verið noydd at taka støðu til, um tey ynskja at gjalda fyri tann dýra heilivágin Candesartan – og soleiðis bjarga lívum.

Men nú verður valið lætt at taka hjá embætisfólkunum, takkað verið gjøllu donsku kanningina av hesum báðum blóðstrýstheilivágunum.

» Mótsett øðrum kanningum finna vit ikki mun á úrslitunum í hesum báðum heilivágum. Tað er sostatt líka mikið, hvat slag av hesum báðum blóðstrýstheilivágum tú velur at geva sjúklingum,« sigur Henrik Svanström, sum granskar í heilsuhagfrøði á Statens Serum Institut.

Hann er høvuðsrithøvundur av kanningini, ið er útgivin í viðurkenda tíðarritinum JAMA - the Journal of the American Medical Association.

Kannaðu danir eldir enn 45 ár
Í kanningunum hugdu granskararnir nærri at:

• Dønum eldri enn 45 ár

• Teimum, sum høvdu verið innløgd á sjúkrahús orsakað av hjartaslysni
• Tíðarskeiðinum 1998-2008.

Fleiri enn 2.000 doyggja
Sjúklingar, ið vórðu innlagdir við hjartatrupulleikum vórðu sjálvvirkandi skrásett av heilsuverkinum:

Tá kanningin byrjaði, fingu granskararnir útskriftir úr dátugrunninum hjá heilsuverkinm av reseptum hjá sjúklingunum. Á hendan hátt kundu granskararnir síggja, um teir sjúklingar, ið vórðu innlagdir høvdu fingið blóðstrýstheilivág.

Granskararnir fingu ein greiða mynd av:

• Hvat slag av blóðstrýstheilivág sjúklingarnir fingu.

• Hvussu nógvan heilivág sjúklingurin hevði fingið frá apotekinum – altso, hvussu stóra nýtslu tey høvdu.

Tá granskararnir í 2011 kannaðu, hvussu tað gekk teimum 6.479 hjartasjúklingunum, ið vórðu kannaðir, vóru 2.378 teirra deyð.

Granskararnir ruddaðu í deyðstalinum
Granskararnir hugdu nærri at heilivágsnýtsluni hjá teimum 2.378 deyðu sjúklingunum.
Granskararnir kundu sostatt gera ein uppgerð yvir nýtsluna av ávíkavist Candesartan og Losartan hjá teimum deyðu.

Fyri at tryggja seg, at tey deyðu ikki vóru deyð av øðrum sjúkum, ruddaðu granskararnir í tølinum. Donsku granskararnir tóku hædd fyri vanligum orsøkum til sjúkur hjá sjúklingum við hjartaslysni eldri enn 45 ár, og úrslitið var greitt.

Stór dosis av Losartan er ikki vandamikið
Kanningin vísti, at um blóðstrýstsjúklingar fáa samanberandi – grunddosis av Losartan og Candesartan, er Losartan eins úrslitagott sum Candesartan.
 
Fáa sjúklingar – orsaka av viðbreknaðari heilsustøðu – harafturímóti eina lægri dosis av Losartan ( 12,5 ella 50 mg), er tað ein størri vandi fyri, at tey doyggja.

Sjúklingar, ið fáa lægstu dosis á 12 mg Losartan, hava tvífalt størri vanda fyri at doyggja enn sjúklingar, ið taka stóra dosis Candesartan. Mest sannlíkt, tí heilsustøða teirra longu er viðbrekin. So aðrar kanningar kunnu partvís hava rætt í sínum niðurstøðum. Kanningararnar hava bara ikki verið nóg fjøllbroyttar.

Gjøllasta kanning higartil
Danska kanningin er gjøllari enn aðrar kanningar, ið er gjørdar av hesum báðum heilivágum.
 
»Okkara kanningargrundarlag er betur samansett. Vit hava javnari býti av dosis. Í okkara kanning eru fleiri brúkarar av Losartan, ið fáa størri dosis. Tí hava vit sæð mynstrið,« sigur Henrik Svanström, granskari í heilsuhagfrøði á Statens Serum Institut.

Kelda: Videnskab.dk