90f638d28b2d125549aa77f0e529405a.jpg
Skriva út
Lagt út: 20.09.2013

Janus Vang stjóri í iNOVA

P/F iNOVA hevur sett Janus Vang í starv sum stjóra í felagnum. Janus Vang er 38 ára gamal.

Hann tók embætisprógv á Roskilde Universitetscenter í 2004 innan mokylærbiologi og kemi. Síðan starvaðist hann á biologiska instituttinum á universitetinum í Keypmannahavn. Í 2006 flutti hann til USA, har hann hevur skrivað PhD ritgerð innan biomedisinska vísind á universitetinum í Connecticut. Í 2012 flutti hann aftur til Føroya at búgva.

Sum stjóri í P/F iNOVA verður Janus Vang dagligur leiðari á granskarasetrinum iNOVA á Hoyvíksvegi í Tórshavn. Hansara uppgáva verður at byggja upp eitt virkið og áhugavert granskaraumhvørvi.

Granskarasetrið varð tikið í brúk í juni í ár. Almenni grunnurin Vinnuframi eigur bygningin og hevur innrættað hølini, og P/F iNOVA skal standa fyri rakstrinum. Nakrar av teimum størstu fyritøkunum í Føroyum hava sett partapening í iNOVA.

Higartil hevur P/F iNOVA gjørt sáttmálar um seks leigumál, ið fevna um tilsamans 10 sonevnd vistarapláss.

Les um Janus Vang í Heilagrunninum

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum