Munur á antibiotika nýtsluni í Føroyum, Íslandi og Danmark
Hóast grannalondini Føroyar, Ísland og Danmark á nógvum økjum eru lík, so eru munir í nýtsluni av antibiotika, bæði í títtleika og í sløgum. Hetta verður staðfest í vísindaligari grein, sum júst er útgivin í netútgávuni hjá Scandinavian Journal of Infectious Diseases. Greinin kallast: “Antibacterial use in the Faroe Islands, Iceland, and Denmark 1999–2011“.
Tað er Marita Debess Magnussen, ph.d.lesandi, sum er fyrsti høvundur á greinini, hinir høvundarnir, eru Thorolfur Gudnason, Ulrich Stab Jensen, Niels Frimodt-Møller og Karl G. Kristinsson.
Granskararnir hava kannað antibiotikanýtsluna við at samanbera upplýsingar um skamtanar siðvenjur. Endamálið við kanningini var at lýsa, samanbera og greina nýtsluna av J01 antibiotika í hesum trimum londunum í tíðarskeiðinum 1999-2011.
Hetta varð gjørt við at brúka upplýsingar um (systemic antibacterial use) sum er uppgjørt í mátinum “defined daily dosages” (DDD). Hugt varð eisini at nýtsluni fyri ávísar aldursbólkar.
Niðurstøðan var, at sjónligur munur er á samlaðu nýtsluni av antibiotika í tíðarskeiðinum 1999–2011 í hesum trimum londunum. Miðal nýtslan var 21.8 DDD fyri hvørjar1000 íbúgvar um dagin (DID) í Íslandi, 17.7 í Føroyum og 16.3 í Danmark. Samlaða nýtslan er rættiliga støðug í Føroyum og Íslandi í kannaða tíðarskeiðinum, meðan nýtslan í Danmark er økt líðandi frá 13.5 DID í 1999 til 19.5 DID í 2011. Hægra nýtslan í Íslandi kann verða orsakað av munandi størri nýtslu av tetracyclines. Hetta er eitt breiðspektrað slag av antibiotika, sum serliga verður nýtt til acne hjá tannáringum, men er óheppið at brúka ov nógv, tí tað førir til høgt antibiotika mótstøðuføri. Tað var eisini staðfestur týðandi nýtslumunur á ymsum sløgum av penisilinum og macrolides í londunum. Macrolidier er eisini breitt spektrað, men ikki so breitt sum tetracycline. Í Íslandi er verður hetta antibiotika nýtt til at royna at berja niður antibiotika mótstøðuføri. Í Føroyum verður hetta ofta brúkt í form av erythromycin til børn við millumoyrabruna.
Niðurstøðan í greinini er, at hóast stórar líkleikar í londunum, er týðandi munur í samlaðu antibiotika nýtsuni og í nýttum sløgum.
Greinin kann lesast her (krevur hald)
Úrslitini í greinini eru partur av ph.d. verkætlanini hjá Maritu Debess Magnussen, sum m.a. er fíggjað úr Granskingargrunninum. Les um verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum.