f35fdff5a60483661cb89af76aa25564.jpg
Skriva út
Lagt út: 13.04.2014

Svimjing er effektiv viðgerð av hjarta-kar trupulleikum

3-5 minuttir av intensari intervalsvimjing er líka effektivt fyri hjarta-kar-heilsu sum 1 tími av svimjing við hóvligum intensiteti.

Fyrstu úrslitini frá stóru føroysku Svim-og-Spæl ella SOS-granskingarverkætlanini, sum fór av bakkastokki í fjør, eru nú kunngjørd í amerikanska vísindaliga tíðarritinum BioMed Research International.  Greinin kallast "High-Intensity Intermittent Swimming Improves Cardiovascular Health Status for Women with Mild Hypertension". Magni Mohr er verkætlanarleiðari.

Fyrsta greinin samanber tvey sløg av svimjivenjing, har 62 kvinnur tóku lut. Talan var um kvinnur, ið ikki vandu regluliga og høvdu tekin uppá minkandi hjarta-kar heilsustøðu. Annar venjingarbólkurin svam í 1 tíma við hóvligum intensiti, meðan hin bólkurin bert framdi 6-10 intervallir (30 sekundirs spurtir) við 2 minuttum av hvíld ímillum. Báðir bólkar vandu 3 ferð um vikuna í 15 vikur.

Fyrsta vísindaliga greinin vísir, at báðir bólkar høvdu eitt stórt fall í blóðtrýsti (4-6 mmHG í systoliskum blóðtrýsti í miðal), meðan eitt fall var víst í totalum kropsfeitti (1-2 kg í miðal) og vøddamassin øktist í miðal umleið 1.5 kg. Víst varð eisini, at hjartafunktión í hvíld og kropsligum arbeiði var munandi betrað eftir venjing, og at bæði renni- og svimjiavrik vóru nógv betrað (13-58%). Samstundis varð víst, at tær kvinnur, sum áðrenn kanningarnar høvdu ov høg blóðkolesterolvirðir høvdu eitt fall aftaná tær 15 vikurnar.

Kanningin vísir, at bæði langtíðar- og stutt-tíðar intervalsvimjing við høgum intensiteti eru effektivir venjingarhættir at betra um hjarta-kar heilsustøðuna hjá miðalaldrandi kvinnum, ið ikki venja. Áhugavert er, at stutt-tíðar intervalsvimjing (bert 3-5 minuttir av effektivari svimjing) við sera høgum intensiteti hava líka stóra effekt, sum hóvlig svimjing í 1 tíma. Svimjing kann tískil tilmælast sum effektiv viðgerð av fólki við hjarta-kar-heilsu trupulleikum. Styrkin við svimjivenjing er, at venjast kann lutfallsliga hart uttan at liðir og vøddar verða strongdir í líka stóran mun sum t.d. renning og styrkisvenjing. Mælt verður til, at intens intervalsvimjing er partur av tílíkari viðgerð.

Granskingarverkætlanin var framd í Føroyum sum samstarv ímillum University of Exeter, UK, Københavns Universitet, DK, , Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu, Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og Ítróttarsamband Føroya.

Rithøvundarnir eru Magni Mohr, Nikolai Baastrup Nordsborg, Annika Lindenskov, Hildigunn Steinholm, Hans Petur Nielsen, Jann Mortensen, Pál Weihe og Peter Krustrup

Granskingargrunnurin og Eik Banki stuðlaðu verkætlanini.

Les um verkætlanina i Stuðulsyvirlitinum.