Tíðaravmarkað starv knýtt at Granskarasetrinum iNOVA
Umhvørvisstovan søkir eftir starvsfólki til verkætlan knýtt at Granskarasetrinum iNOVA. Starvið verður sett á deildini fyri Gransking á Umhvørvisstovuni, er tíðaravmarkað til eitt ár og byrjar 1. august ella eftir nærri avtalu.Talan er um verkætlan, sum júst hevur fingið játtað stuðul úr Granskingargrunninum.
Starvsøkið
Starvið fevnir um at fremja evnafrøðiligar kanningar av perfluoreraðum evnum við framkomnum kanningartóli (UHPLC MS/MS Waters Xevo TQ-S ). Um neyðugt, er partur av starvinum at læra at gera kanningarnar, og krevur hetta møguliga uppihald uttanlands í nærri avtalað tíðarskeið. Umframt at gera kanningar, mást tú taka lut í at meta um og lýsa kanningarúrslitini, eisini skrivliga.
Høvuðsarbeiðsplássið verður á Granskarasetrinum iNOVA. Tú kemur at virka í einum samstarvi millum almennar vitanar- og myndugleikastovnar og týðandi fiskivinnu- og alifyritøkur, sum í felag hava sett sær sum mál at menna kanningar- og granskingarførleikar til gagns fyri m.a. marknaðarføring av føroyskari fiskavøruframleiðslu. Nærri fæst at vita um PFC-samstarvið og ætlanir tess herOpen this document with ReadSpeaker docReader.
Starvið verður sett á deildini fyri Gransking á Umhvørvisstovuni, sum serliga arbeiðir við at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum.
Førleikar
Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava útbúgving á MSc stigi í evnafrøði ella lívfrøði. Dentur verður lagdur á tol og hegni við starvsstovuarbeiði, nærlagni og góð samstarvsevni, og at tú hevur góð evni at samskifta á norðurlendskum og enskum, og skilir føroyskt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Starvstíðarskeiðið er avmarkað til eitt ár. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn, saman við CV, avrit av prógvum v.m. skal verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2014. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo við cc. til mariad@us.fo.
Fleiri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariu Dam, deildarleiðara, tlf. 342470, mariad@us.fo ella Petur Nielsen, stjóra, tlf. 342400, peturn@us.fo.
Lýsing av Granskarasetrinum iNOVA sæst á www.iNOVA.fo og av virkseminum á deildini fyri Gransking á Umhvørvisstovuni her.