fvr.PNG
Skriva út
Lagt út: 22.01.2020

Fiskimálaráðið hevur játtað 20 verkætlanum stuðul

Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 14 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2020.

Harumframt er framhaldandi játtan latin 6 verkætlanum. Tvær av hesum byrjaði í 2018 og hinar 4 byrjaðu í fjør.

Tilsamans eru latnar 8,55 mió. kr., harav 6,31 mió. kr. eru fyri 2020, 1,65 mió. kr. fyri 2021 og 0,60
mió. kr. fyri 2022.

Tað vóru 34 umsóknir til stuðulin í hesum umfarinum, stuðul varð játtaður til 59% av umsóknunum.

Eitt yvirlit yvir allar játtanirnar sæst á heimasíðuni hjá Fiskivinnuroyndum fvg.fo