Fiskivinnugransking verður munandi skerd í 2015
Figgjarlógaruppskotið fyri 2015, sum samgongan legði fram í dag, var lítið hugaligt fyri føroyska fiskivinnugransking. Játtanin til Fiskivinnuroyndir stendur til at verða skerd úr 3,8 mió. kr. niður í 2,2 mió. kr. Hetta er ein niðurskurður uppá 42%. Sama játtan varð eisini skorin í 2014 við 0,5 mió.kr. frá 4,3 til 3,8 mió. kr.
Hesin niðurskurður rakar mest sannlíkt meinast á Havstovuni. Nógvar av verkætlanunum, sum hava fingið stuðul frá Fiskivinnuroyndum, verða framdar á Havstovuni. Ein skerd játtan fer at merkja, at tað vera færri nýggjar verkætlanir settar í verk. Tað eru eisini fleiri fyritøkur, sum hava kunna ment skipanir og gjørt royndir við stuðli frá Fiskivinnuroyndum. Eisini hesar fyritøkur fara at hava skerdar møguleikar.
Tað er ikki bara ein skerd stuðulsjáttan, sum rakar Havstovuna. Beinleiðis játtanin til Havstovuna verður eisini skerd við 185 tkr. í 2015, og ætlanin er at skerja við 650 tkr. afturat í 2016. Játtanin til viðlíkahald av 40 ára gamla havrannsóknarskipinum Magnusi Heinason verður minkað frá 1 mió. kr. til 340 tkr. í 2015. Ætlanin at byggja nýtt havrannsóknarskip er slept. Í staðin verður sagt, at eitt skip skal leigast frá 2017.
- Tað verður tosað nógv um at fáa meira vinnuliga gransking í Føroyum, m.a. við at gagnnýta møguleikarnar í ES-granskingarsamstarvinum. Hetta er sera upplagt á hav- og fiskivinnuøkinum, sum grannalond okkara av álvara satsa uppá í hesum tíðum. Ein nógv skerd stuðulsjáttan til fiskivinnugransking og skerjing av Havstovuni er eitt álvarsligt bakkast fyri føroyska gransking og møguleikar okkara í altjóða samstarvi, sigur Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, um útlitini hjá fiskivinnugransking í 2015.
- Í Horizon 2020 er hav- og fiskivinnuøkið høgt raðfest, og hetta er eitt øki, har vit hava klárað okkum væl higartil. Men ein fortreyt fyri at kunna fáa stuðul frá Horizon 2020 er, at national fígging eisini er tøk. Eg óttist fyri, at beinleiðis og óbeinleiðis skerjingin av Havstovuni fer at minka munandi um møguleikarnar hjá stovninum at bjóða seg fram í altjóða samstarvi komandi árini., sigur Annika Sølvará.
Stuðulsjáttanir til gransking og menning óstøðugar
Tað hava verið stór sveiggj í stuðulsjáttanum til gransking og menning síðani 2002, tá Granskingarráðið varð sett á stovn. Størsta frambrotið seinnu árini var í 2010, tá Føroyar komu við í ES-granskingarsamstarvið. Hetta árið var nýggj játtan latin, sum gav føroyska granskingar- og menningarumhvørvinum nýggjar møguleikar. Síðani tá hava allar hinar stuðulsjáttanirnar samlað gingið niður á bakka í krónum. Í mun til BTÚ er talan um eina enn størri minking. Við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015 er samlaða játtanin til gransking og menning í krónum skorin niður til á leið tað sama sum í 2009.