fvr.PNG
Skriva út
Lagt út: 23.01.2018

Fiskimálaráðið hevur játtað 26 verkætlanum stuðul

Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 19 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2018, í alt kr 5.587.856. Harumframt er framhaldandi játtan latin 7 verkætlanum, í alt kr. 1.847.317

Tilsamans eru latnar kr. 7.435.173 í stuðli.

Tað vóru 41 umsóknir til stuðulin í hesum umfarinum, stuðul varð játtaður til 63% av umsóknunum.

Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum, sum eru stuðlaðar er væl hægri enn játtaði stuðulin, tí krav er um viðfígging.

Eitt yvirlit yvir allar játtanirnar sæst her: Kunning um verkætlanir játtaðar av Fiskivinnu­roynd­um 2018

Um Fiskivinnuroyndir

Stevnan fyri fiskivinnuroyndir er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum.

Raðfest øki:
Royndarveiða og virðisøking av fiski og fiskavørum
Burðardyggur fiskiskapur
Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Les meira á fvg.fo