Fiskimálaráðið hevur játtað 8.5 mill. kr til verkætlanir
Fiskimálaráðið hevur gjørt av at játta pening til 16 nýggjar verkætlanir av játtanini til Fiskivinnuroyndir 2017. Harumframt er framhaldandi játtan latin 7 verkætlanum, sum allar byrjaðu í 2016.
Játtanirnar spenna frá kr. 50.000 til 1.500.000. Størsta játtanin fór til verkætlanina Alt í Land. Talan er um verkætlanir, sum fevna um gransking, menning og royndarvirksemi. Tað komu 37 umsóknir inn og 23 fingu stuðul. Eitt yvirlit yvir allar játtanirnar sæst her
Á fvg.fo verður boðað frá, at skriv verður sent út til allar umsøkjararnar í hesari vikuni.
Eins og undanfarin ár skipar Fiskivinnugransking fyri framløgudegi føstulávintsmánadag, sum í ár verður 27. februar. Tá fara fleiri av teimum, sum hava fingið játtað stuðul, at greiða frá um teirra verkætlanir og úrslit.
Kelda: fvg.fo