Framløgur um stuðul til gransking, menning og nýskapan
Týsdagin 24. november var kunningarfundur um stuðulsmøguleikar til gransking, menning og nýskapan. Tað vóru Vinnuframi, Fiskivinnugransking, NORA og Granskingarráðið, sum greiddi frá um umsóknarfreistir, mannagongdir og stuðulsøkir. Umleið 35 fólk vóru til tiltakið.
Niðanfyri eru framløgurnar frá fundinum.
Brynhild Absalonsen: Vinnuframi
Jákup Mørkøre: Fiskivinnuroyndir
Jákup Sørensen: NORA
Annika Sølvará: Granskingarráðið
Væntandi verður ein líknandi fundur á Bókasavninum við Løkin tíðliga í januar. Meira verður at frætta um hetta seinni.