2468bdc21208da741ee914865a795c8b.jpg
Skriva út
Lagt út: 16.05.2008

Demokratisk skylda at miðla gransking

Danski vísindaráðharrin Helge Sander minti granskararnar á, at teir hava eina demokratiska skyldu at kunna um sína gransking, tá hann var við til at sjóseta nýggju síðuna www.videnskab.dk

»Eg vóni, at portalurin kann kveikja forvitni hjá ungdóminum fyri gransking. Vit hava brúk fyri fleiri granskarum og fleiri við hægri útbúgvingum, um við skulu klára avbjóðingarnar fyri framman,« segði ráðharrin og kom síðani við eini áheitan til granskarar:

»Sum granskari hevur tú eina demokratiska skyldu at miðla tína vitan. Uttan nýggja vitan kann samfelag okkara ikki mennast. Vit politikarar kunnu ikki taka røttu avgerðirnar, um vit ikki vita, hvat virkar. Tað kunnu granskararnir hjálpa okkum við.«

Helge Sander gjørdi eisini granskararnar varugar við, at um teir ikki miðla sína gransking, verður tað trupult hjá teimum at fáa meira pening til teirra arbeiði.

»Hvørt ár verða latnar nógvar milliardir til almenna gransking. Tað skulu vit sum politikarar kunna rættvísgera fyri fólkinum - og ofta í raðfestingunum um fleiri sjúkrahús, meira heimahjálp ella meira gransking. Tí skulu vit øll hava eina kenslu av, at tað kemur nakað burtur úr granskingini. Tað fáa vit við at hoyra granskararnar siga frá um sína gransking og teir spurningar, sum teir fáast við,« segði Helge Sander.

Nýggi portalurin finst á www.videnskab.dk

Enn er eingin felags síða við tíðindum úr føroyska granskingarumhvørvinum, men Granskingarráðið miðlar úrslit frá verkætlanum, stuðlaðar úr Granskingargrunninum, og onnur úrslit, sum vit fáa kunnleika til.