f704caf2cd33888040dd09850c223e55.jpg
Skriva út
Lagt út: 23.10.2008

Støddfrøði hjálpir fiskaframleiðarum

Granskarar frá DTU hava sett tøl á tað góða og vánaliga frá havinum. Teir brúka nevniliga støddfrøðiligar frymlar til at meta um møguligan vøkstur av skaðiligum bakterium í fiskaframleiðslu.

Framleiðarar av avísum fiskavørum eitt nú rækjum í løgi, gravaðum ella royktum laksi skulu sleppa av við ella minka um bakteriuvøkstur í teirra vørum. Hetta er galdandi fyri bæði sjúkuelvandi bakteriur sum Listeria monocytogenes og spilluelvandi bakteriur t.d. mjólkarsýrubakteriur.

Granskararnir frá DTU Aqua kunnu við hjálp av støddfrøðiligum frymlum, sum teir hava ment,  spáa um bakteriuvøksturin. Frymlarnir, sum vinnulívið ókeypis kann fáa hendur í, kunnu t.d. brúkast til at avgera, hvussu nógv av teimum ymisku evnunum skulu vera í eini vøru fyri at sleppa undan vøkstri av skaðiligum bakterium.

Ole Mejlholm, sum í fjør fekk Ph.D. heitið við ritgerðini "Microbial Changes and Safty of Lightly Preserved Seacfood’, sigur, at teir hava arbeitt sama við Royal Greenland fyri at menna frymlarnar.

Tað er av stórum týdningi fyri góðsku á vørunum, at hava góðan kunnleika til, hvussu bakteriur ávirka vørugóðskuna. Ole Mejlholm, nú postdoc., arbeiðir saman við fleiri øðrum granskarum og fyritøkum úr ymiskum londum fyri áhaldandi at tryggja at frymlarnir eru rættir.

Lesi meir um kanningina á videnskab.dk