Lætt um FP7 umsókn við telduforriti
Arbeiðið við at skaffa pening til gransking upptekur stóran part av tíðini hjá granskarum. Sambært danska vísindaportalinum, videnskab.dk, brúka danskir granskarar upp til 50 til 75% av tíðini til at søkja um pening – eitt nú pening úr ES.
Fyri at lætta um hjá granskarum hevur ein donsk fyritøka, MinAdmin, við Katju Einer-Jense á odda, ment eina teldutøka skipan, sum lættir um arbeiðið við at skriva umsóknir til sjeyndu rammuskánna hjá ES.
Mett verður, at granskarar kunnu minka um umsóknararbeiðið við upp til 30%.
Umframt skipanina til at skriva umsóknir, so hevur fyritøkan eisini ment eitt forrit til at stýra verkætlanum.
Les meir um MinAdmin.eu
Lesa alla søguna á videnskab.dk