96b91337e43caa233df3dd76d0484bef.jpg
Skriva út
Lagt út: 08.09.2008

Skúlating virka ikki


Øll hava havt kensluna av ikki tíma. Øll hava havt ringa samvitsku, tí tey ikki hava gjørt tey. Skúlating hava verið ein tvungin partur av at ganga í skúla í mong, mong ár, men nærum einki er granskað í hesum evninum. Nærum eingin vitan hevur verið um, hvørt skúlating yvirhøvur hava ta ávirkan, ið tey eru ætlað at hava.

Tí er tað forkunnugt, at Flemming B. Olsen, skjótt verður liðugur við sína Ph.D. verkætlan á Institut for Filosofi, Pædagogik og Religionsstudier við Syddansk Universitet. Úrslitini av verkætlanini geva ábendingar um, at skúlating ofta eru ov gamaldags, uttan so at tey geva meining fyri næmingin.

Tað er týdningarmikið, at lærarin fortelur næminginum, hví teir yvirhøvur skulu hava skúlating fyri, um tey skulu virka. Tað besta hevði verið, um lærarin dugdi at gera skúlatingini relevant fyri hvønn einstakan næming.

"Vit ímynda okkum, at skúlating skulu gerast heima. Men heima er eingin lærari, og tí fáa nakrir næmingar trupult við at gera skúlatingini, tí teir ikki vita, hvat teir skulu brúka skúlatingini til. Tí skal lærarin vera sera greiður, tá hann gevur næminginum skúlating fyri: hvat er tað, sum skúlatingini skulu brúkast til dagin eftir", sigur Flemming B. Olsen, við www.videnskab.dk.

"Um næmingurin skal fáa nakað burturúr skúlatingunum, so skal hann sjálvur arbeiða við teimum á ein skapandi hátt", leggur hann afturat.

Mátin hetta verður gjørt uppá er við at skapa eitt samband millum tað, ið verður gjørt í skúlanum og tað sum upptekur næmingin í frítíðini.

"Skúlating skulu í størri mun skapa samband millum tað sum hendir í skúlanum, og tað sum hendir uttanfyri skúlan. Tað ræður um at fáa gerandisáhugamálini hjá næminginum at renna saman við skúlatingini. T.d. kundi ein heimauppgáva verið, at hvør einstakur næmingur skuldi finna eitthvørt á internetinum, sum skuldi brúkast í undirvísingini dagin eftir," sigur Flemming B. Olsen at enda við danska vísindaportalin.

Lesið øll tíðindini á www.videnskab.dk

Heimasíðan hjá Flemming B. Olsen