ceb845ec1d8d6f54e5a3623e28161a91.jpg
Skriva út
Lagt út: 24.11.2008

Dansa eina Ph.D.

Ph.D ritgerðir eru ikki lættur lesnaður. Vanliga er tað trupult at skilja vísindaligar ritgerðir, men við átakinum hjá tíðarritinum Science, kunnu øll leska sær við granskingarúrslitum. Nýggja vitanin verður nevniliga løgd fram við dansandi lættleika á bonaðum dansigóvlum ymsastaðni runt í heiminum.

Tíðarritið Science hevur nevniliga skipað fyri eini dansikapping við heitinum ‘Dance your ph.d.’ har Ph.D. lesandi hava havt møguleika at vísa teirra úrslit við dansi. Endamálið er at byggja brýr millum list og vísindi.

Í síðstu viku var seinasta freist at leggja ein myndastubba út á YouTube.

Granskingarráðið veit ikki um nakran føroying, sum hevur luttikið í kappingini, men spennandi hevði verið at sæð granskingarúrslitini hjá nøkrum av teimum føroyingum, ið hava vart Ph.d.-ritgerð seinastu tíðina.

Forvitnisligt hevði nevniliga verið at sæð Øystein Patursson dansa til ‘Flow trough and around fish farming nets’, sum var heitið á hansara Ph.D. ritgerð, ið var vard 2. apríl í ár. Ella kanska ritgerðin hjá Alberti Marna Joensen, við heitinum ‘Marine n-3 polyunsaturated fatty acids oand acute coronary syndrome’ hevði verið góður íblástur til koreografiskan vakurleika. Albert vardi sína ritgerð tann 26. september í ár. ‘Public-Private Partnership: Meaning and Practice’ er heitið á Ph.D. ritgerð hjá Guðrið Weihe, sum møguliga kundi givið íblástur til ein stramman tango dans. Hennara ritgerð var vard 31. oktober 2008.

Myndastubbarnir á YouTube eru longu granskaðir í minsta smálut av einum dómaraliði við granskarum frá eitt nú Harvard og koreografum frá kenda dansistovinum Pilobolus. Vinnararnir eru funnir í teimum ymisku greinunum. Les meir og síggj myndirnar á videnskab.dk