Hvør er kostnaðurin av krabbameini?
Nordic Cancer Union lýsir eftir umsóknum til eina granskingarverkætlan um samfelagsligan kostnað av krabbameini í Norðanlondum - eisini í Føroyum. Føroya Felag móti Krabbameini er limur í Nordic Cancer Union og eggjar føroyingum til at søkja.
Leitað verður eftir granskarum, sum hava gott innlit í heilsu búskap.
Umsóknarfreistin er 1. juni 2008. Les meira um ætlanirnar á heimasíðuni hjá NCU. Eisini ber til at venda sær til Føroya Felag móti Krabbameini við spurningum.