Avtala um universitetssjúkrahús krevur íløgur til heilsugransking
Umboð fyri Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið skrivaðu mikudagin 26. juni undir samstarvsavtalu um universitetssjúkrahús í Føroyum. Tað vóru Martin Tvede Zachariasen, rektari, og Steinar Eirikstoft, forstjóri, sum skrivaðu undir. Hervið er hol sett á veruliga arbeiðið at menna universitetssjúkrahúsið, sum tað hevur verið arbeitt fram ímóti í fleiri ár.
Málið við einum universitetssjúkrahúsi er at styrkja førleikarnar og vitanargrundarlagið, so til ber at veita enn betri heilsutænastur, bæði við fyribyrging, útgreining og viðgerð.
Sjúkrakassagrunnurin legði lunnar undir heilsugranskingina
Heilsugranskingin í Føroyum hevur ment seg munandi, og seinastu 10 árini er ferð av álvara komin á. Hetta er ikki minst orsakað av, at tað í 2014 varð gjørt av at brúka fæið úr Sjúkrakassagrunninum til at menna heilsuøkið Føroyum.
Tilsamans vórðu slakar 30 mió. kr. brúktar til kanningar- og granskingarverkætlanir, til at menna eina masterútbúgving í heilsuvísindum og til at menna samstarvið millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið. Samstarvið varð skipað í Deplinum fyri heilsu og almannagransking, har partarnir hava arbeitt í felag um nógvar granskingarverkætlanir, styrkt heilsuútbúgvingarnar og fyrireika arbeiðið við universitetssjúkrahúsi.
Tørvur á miðvísum íløgum
Tað er ásett í samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýri, at tað skal fyrireikast eitt universitetssjúkrahús. Løgtingið hevur í 2024 játtað 1,5 mió. kr. til neyðugu stuðulsfunktiónirnar í Heilsugranskingareindini, og ætlanin er at halda fram við hesum komandi ár.
Neyðugt er við miðvísari fígging til útbúgvingar- og granskingararbeiði á einum universitetssjúkrahúsi. Sambært áliti um universitetssjukrahús frá 2023 skal ein partur av hesum arbeiði fíggjast av rakstrarjáttanini við tað, at starvsfólk brúka tíð, tól og annað til undirvísing, vegleiðing og gransking. Ein annar partur má koma sum serstøk játtan til gransking og útbúgving ella sum stuðul til granskingarverkætlanir og útgerð.
Í álitinum um universitetssjukrahús verður mælt til, at Sjúkrahúsverkið í 2030 skal nýta 1% av samlaða rakstrinum til heilsugransking og 1% til undirvísing og útbúgving. Í løtuni nýtir Sjúkrahúsverkið umleið 0,15% av samlaðu játtan síni til heilsugransking og 0,58% til undirvísing og útbúgving.
Menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving
Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið siga soleiðis um avtaluna um universitetssjúkrahús:
“Avtalan um samstarv skal verða grundarlag undir einum munadyggum og granskingargrundaðum heilsuverki á høgum altjóða stigi.
Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.
Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.
Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum.
Ein týðandi lutur í avtaluni er at seta upp felags mál, sum partarnir skulu leggja dent á í royndunum at tryggja starvsfólkunum og teimum lesandi í starvsvenjing so góðar karmar sum gjørligt.
Avtalan fer at styrkja bæði Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya.”
Lesið álitið um universitetssjúkrahús her.
Eitt longri innslag við samrøðum var í Degi og Viku 27. juni, tað sæst her (byrjar 22 min. inni í sendingini)
Eisini var eitt innslag í útvarpstíðindunum 26. juni, tað hoyrist her.
Mynd: Dagur & Vika