Nógv fleiri útlendskir granskarar í Føroyum
Munandi fleiri útlendsk starvsfólk eru á Fróðskaparsetrinum nú, eftir at Útlendingastovan hevur yvirtikið útlendingamálsøkið. Allar umsóknir um varandi og fyribils uppihalds- og arbeiðsloyvi fyri millum annað granskarar og samfylgjandi familjur teirra verða nú viðgjørdar av Útlendingastovuni, og tað hevur gjørt tað nógv lættari at seta útlendingar í starv.
Eisini hevur tað bøtt munandi um møguleikarnar at fáa starvsfólk úr ES londum, at Fróðskaparsetrið nú er undangóðkent at seta ES borgarar í starv frá degi til annan.
Nógv útlendsk starvsfólk eru serliga í post. doc. størvum í styttri tíðarskeiðum.
Útlendskir granskarar eru nú á flestu deildum á Fróðskaparsetrinum. Serliga á Náttúruvísindadeildini eru fleiri útlendskir granskarar komnir í starv seínastu tíðina. Í desember var Peter Freere úr Australia settur sum dekanur á Náttúruvísindadeildini.
Á føroyska EURAXESS portalinum eru frásagnir frá nøkrum útlendskum granskarum um teirra royndir við at búgva og arbeiða í Føroyum. Ein teirra er Robert Imre úr Kanada, professari á Søgu- og Samfelagsdeildini, ið kom til Føroya fyri einum góðum ári síðani. Frásagnir frá honum og øðrum útlendskum granskarum kunnu lesast her: EURAXESS | (niðast á síðuni)