Vantandi fígging til gransking kostar samfelagnum dýrt
Bæði privata vinnan og almennir stovnar hava stóran áhuga fyri at samstarva við Fróðskaparsetrið um gransking, men Setrið hevur ikki orku til at nøkta tørvin.
Fíggingin til gransking í Føroyum hevur mestsum staðið í stað í fleiri ár. Hvørki Fróðskaparsetrið ella Granskingarráðið hava fingið nevnivert hægri játtanir til gransking.
Vantandi fígging til gransking og menning kostar samfelagnum dýrt, heldur rektarin á Fróðskaparsetrinum.
– Setrið fær sum heild bert pengar til gransking, um so er at tað skal stuðla undir nýggjar útbúgvingar. Sum universitet hava vit eisini tørv á at hava fígging til granskingarendamál burturav.
– Tørvur er á hægri játtan, um vit skulu menna granskingina á Setrinum. Heilsugransking er eitt týðuligt dømi um, hvussu stóran mun meira fígging kann gera. Síðani Sjúkrakassagrunnurin lutaði út 30 miljónir kr. til heilsugransking fyri nøkrum árum síðani, er hetta økið ment sera nógv, sigur hann.
Stórur tørvur er eisini á gransking á økjum, sum Fróðskaparsetrið ongan møguleika hevur at gera nakað við í dag.
– Tað er týðuligt, at tað er ein stórur ómettaður tørvur á gransking úti í samfelagnum, bæði í privata og almenna geiranum. Vit fáa javnan fyrispurningar frá fólki, ið vilja tosa við okkum um møguleikar fyri samstarvi.
– Í privatu vinnuni eru tað millum annað fiskivinnan og alivinnan, ið hava tørv á meira gransking. Tað hevur stórar avleiðingar fyri vinnulívið, at eingin verulig gransking í matvøruvísindum er. Vit hava ikki ta vitanina, ið skal til fyri at gera nakað ordiliga gott og spennandi.
– Gransking í byggifrøði hevði eisini verið ein góð íløga fyri samfelagið. Vit hava tørv á at granska, hvussu vit byggja klókt og burðardygt í Føroyum, so byggingin hóskar til føroyska veðurlagið, og vit ikki brúka meira tilfar enn neyðugt, sigur Martin Tvede Zachariasen.
Les grein um vantandi fígging til gransking her.
Vísindavøkublaðið 2024 sæst her.