80ede6ddda74b0baf0139cd65d0e1f3e.jpg
Skriva út
Lagt út: 16.09.2016

Grein um rákið millum aliringarnar á Gulanum

Í útgávuni av vísindatíðarritinum Ocean Engineering, sum kom út 15. september, er grein við heitinum ”Flow through fish farming sea cages: ”Comparing computational fluid dynamics simulations with scaled and full-scale experimental data”, sum Heini Winthereig Rasmussen hevur skrivað saman við Øystein Patursson og Knud Simonsen, ið allir starvast á Fiskaaling.

Greinin lýsir úrslit frá teldu simuleringum av rákinum í og millum aliringarnar á Gulanum, sum verða samanborin við streymmátingar, ið eru framdar á hesum sama alibrúkinum. Higartil hava slíkar teldusimuleringar, nevndar CFD simuleringar, bert verið samanbornar við mátiúrslit, sum eru fingin til vega í royndarbrunnum ella smáum royndaralibrúkum við ongum fiski í. Fyri fyrstu ferð, okkum vitandi, eru slíkar teldusimuleringar framdar av ráki ígjøgnum eitt vinnuligt alibrúk í fullari stødd.

Teldusimuleringar er eitt nógv brúkt amboð í ráðgevingarvinnuni til at sniðgeva útgerðina, til at gera metingar av liviumstøðunum hjá fiskinum, ið skal verða best møguligur fyri at geva optimala úrtøku, og til at gera metingar av, hvussu eitt alibrúk ávirkar umhvørvið á staðnum. So hvørt alibrúkini vaksa í stødd, økist tørvurin á álítandi simuleringsamboðum at brúka í fyrireikingunum, driftini og í eftiransingini. Tískil gerst tað enn meira átroðkandi, at betur vissa fæst fyri neyvleikanum hjá hesum amboðum.

Nótin og onnur útgerð bremsar rákinum gjøgnum ein aliring, soleiðis at ávirkanin á næstu ringarnar verður tilsvarandi minni. Hvussu nógv ein aliringur við nót bremsar rákinum, er partvís kent frá eldri gransking. Í greinini verður víst á, at neyðugt er at roknað fiskin við í slíkum metingum, tí hann kann standa fyri upp til 50% av bremsanini av rákinum. Simuleringar eru gjørdar fyri ein einstakan aliring, alibrúk við 5 aliringum í einari røð, og síðani við 10 aliringum í tveimum røðum líknandi alibrúkinum á Gulanum.

Greinin er úrslit av verkætlan, sum er fíggjað av Granskingargrunninum og Fiskaaling, og kann lesast umvegis her

Áður er útgivin grein, sum lýsir streymmátingarnar, sum eru nýttar í hesari greinini, les her

Les um Heina W. Rasmussen í Heilagrunninum

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum