5d6b32c9363c92648d86969b5ada6dd0.jpg
Skriva út
Lagt út: 02.02.2017

Styrkin á rákinum avgerð sjálvsmittu av lús á einum firði

Vísindagreinin ’The effect of exposure on sea lice population dynamics in faroese salmon farms’ er komin út í altjóða tíðarritinum Aquaculture Environment Interactions. Høvuðsrithøvundurin er Esbern Patursson, og byggir greinin á masteruppgávuna, ið hann gjørdi í samstarvi við Fiskaaling og vardi á DTU í Danmark í 2013. Hinir rithøvundarnir eru Knud Simonsen og Øystein Patursson, báðir granskarar á Fiskaaling, og André W. Visser, professari á DTU.

Greinin lýsir eitt greitt samband millum styrkina av útskifting av sjógvi og sjálvsmittu av laksalús á einum firði, har aling fer fram. Útskifting av sjógvi á einum firði er í høvuðsheitum drivin av feskvatni, sum rennur út í fjørðin, muninum millum flóð og fjøru, og av sjóvarfalsrákinum uttan fyri fjarðamunnan, ið dregur sjógvin inni á firðinum við sær. Út frá tølum fyri hesar tríggjar drívmegirnar var eitt vísital gjørt fyri flestu alifirðirnar í Føroyum.

Fiskaaling hevur talt lús á føroysku alibrúkunum fyri vinnuna síðani 2009 . Fyri hvørja einstaka útsetu varð hugt eftur, hvussu vøksturin var í lúsatølunum fram til fyrstu viðgerð ella til tøku, um eingin viðgerð var neyðug. Sjóvarhitin hevur stóra týðning fyri trivnaðin hjá laksalús, men er hetta væl kent.

Tá ávirkanin av hita var tikin burturúr lúsatølunum, sást greitt samband millum vísutalið fyri útskifting av sjógvi á firðinum og vøksturin í lúsatølunum: Firðir við lágum vísitali fyri útskifting vístu seg at hava hægri sjálvsmittu, og firðir við høgum vísitalið fyri útskifting høvdu lága ella onga sjálvsmittu.

Vindurin er rættuliga skiftandi í Føroyum, og hevur avgjørt ávirkan á ráki á firðunum. Tó, sæð yvir eitt tíðarskeið av stórum parti av einari útsetu, so sæst hetta bert í lítlan mun aftur í samlaðu útskiftingini, og er ikki tikið við í hesum umfarinum.

Samanumtikið lýsir greinin ein einklan hátt at flokka alifirðir í mun til kreftirnar, sum dríva útskiftingina av sjógvi á firðinum, eins væl í hvønn mun teir eru sjálvsmittandi fyri laksalús.

Øll greinin kann lesast her

Kelda: Fiskaaling