Heimavenjing
Skriva út
Lagt út: 20.04.2020

Grein um kropsliga venjing heima í COVID-19 undantaksstøðuni

Magni Mohr hevur saman við donskum og tunesiskum granskarum útgivið vísindaliga grein um kropsliga heima-venjing í COVID-19 undantaksstøðuni

Greinin, sum ber heitið “Physical activity and coronavirus disease 2019 (COVID-19): Specific recommendations for home-based physical training” er skrivað av Amri Hammami, Basma Harrabi, Magna Mohr og Peter Krustrup. Hon er útgivin í vísindaliga tíðarritinum Managing Sport and Leisure.

Greinin viðger heilsuligu trupulleikarnar við avmarkaðum møguleikum at venja kropsliga undir undantaksstøðuni og kemur við granskingargrundaðum tilmælum til aeroba (treystis) venjing fyri trenað, kropsliga virkin, ótrenað, sjúklingar og eldri fólk. Talan er bert um heimavenjingar ella venjingar, sum kunnu fremjast á egnum matrikli ella í nærumhvørvinum við tryggari frástøðu í mun til koronatilmælini. Eisini er styrkivenjingarætlan, sum kann fremjast í heiminum, lýst.

Tabellin niðanfyri er úr greinini og vísir, hvussu aerob ella treystisvenjing kann leggjast til rættis og stýrast hjá tí einstaka.

Samandráttur av greinini kann lesast her