Bioetisk evni í sambandi við DNA arbeiði hjá politinum og COVID-19
Norðurlendska nevndin fyri bioetikk, NCBio, skipar í heyst fyri tveimum netfundum, sum øll kunnu melda seg til. Hesir fundir koma í staðin fyri vanligu ráðstevnurnar og verkstovurnar, sum NCBio plagar at skipa fyri.
Fyrri fundurin er um DNA í arbeiðinum hjá politinum. Um nýggjar arvbjóðingar í sambandi við nýggjar arbeiðshættir.
Hesin fundurin verður í døgunum 23.-25. september, 2-3 tímar hvønn dagin. Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Les meira um skránna og melda til her
Seinni fundurin er um etikk í sambandi við COVID-19 farsóttina og um avleiðingar fyri okkara samfeløg. Hann er tann 16. oktober kl. 13-14. Matti Häyry, professari á Aalto University, Finland heldur fyrilestur við heitinum: "Can Crisis Leadership Be Ethics Communication?"
Hetta er fyrsti fundurin í eini røð um evnið. Tað er ókeypis at luttaka, men skráseting er neyðug. Les meira um skránna og melda til her
Føroyar hava eygleiðarastøðu í NCBio. Súsanna M. Mortensen umboðar Føroyar. Samband fæst við hana her.