Ian Salter DNA Nature
Skriva út
Lagt út: 13.12.2019

Fiskanøgdir mettar út frá DNA í sjógvi

Ein nýggj kanning, sum granskarar á Havstovuni hava gjørt, vísir, at smáar nøgdir av arvatilfari (DNA), sum eru liknar úr fiski út í sjógvin, kunnu brúkast til at meta um biomassan av toski. Úrslitini vísa, at sokallaði ”umhvørvis-DNA kanningarhátturin” megnar at fylgja broytingum í nøgdini av vinnuligum fiskasløgum millum økir. Tann vísindaliga greinin, sum varð ritstjórnað av Dr. Ian Salter, var almannakunngjørd 10. desember í viðurkenda tíðarritinum Nature Communications Biology.

Allar livandi verur lata smáar leivdir av arvatilfari (DNA) til umhvørvið, og hesi spor kunnu brúkast til at eyðmerkja, hvørji djór og plantur hava verið tilstaðar í umhvørvinum. At máta hesar leivdir av DNA umboðar ein nýggjan og kollveltandi hátt at kanna vistskipanir, sum rúmar ovurstórar møguleikar. Í hesum liggur eisini møguleikin at kanna vistfrøði í vatni ella sjógvi og hevur kanningarhátturin hevur fingið nógv uppmerksemi í sambandi við umsiting av fiskastovnum.

Ein burðardygg umsiting av fiskastovnum er treytað av neyvum metingum av fiskanøgdum og hvussu nøgdirnar broytast við tíðini og millum økir. Vanliga verða umfatandi yvirlitstrolingar gjørdar í hesum sambandi og hóast tær eru alneyðugar fyri umsitarar, hava tær týðiligar vansar, tí tær eru dýrar, kunnu skaða umhvørvið, fáa bert fatur á ávísum fiskasløgum, og fáa ikki verið í øllum økjum. Granskarar halda, at mátingar av umhvørvis-DNA kunnu  bøta upp á alt hetta.

Kanningar seinastu árini hava víst, at leivdir av DNA í sjónum kunnu ávísa, hvørji fiskasløg verða fingin í troli. Hetta er sera týdningarmikið í sambandi við kanningar av lívfrøðiligum fjølbroytni og hvussu heilar vistskipanir virka. Hinvegin, tá tað veldst um umsiting av fiskastovnum, er ikki nóg mikið at vita, hvørji fiskasløg eru í økinum, men hvør nøgdin av teimum er, og verður tað mátað sum nøgd í kilo í mun til troltímar. Tann nýggja kanningin hjá Salter og medrithøvundunum er tað allarfyrsta dømið um, at umhvørvis DNA kann brúkast til at meta um sjálvar nøgdirnar av vinnuliga týdningarmiklum fiskastovnum í havinum.

Rithøvundarnir kortløgdu útbreiðsluna av toski undir Føroyum frá leivdum av DNA í sjógvprøvum, sum ikki vóru størri enn ein fløska, og samanbóru við yvirlitstrolingar. Úrslitini samsvaraðu væl, bæði viðvíkjandi tí at finna tosk og nøgdirnar av toski í teimum ymisku økjunum. ”Hetta gevur møguleika at fylgja við gongdini í fiskastovunum uttan at brúka yvirlitstrolingar, viðmerkir kanningarleiðarin Dr. Ian Salter”. Hetta kann vera ógvuliga týdningarmikið í økjum, har tað er torført at trola (á grunnum og á harðbotni) ella forboðið (koralriv, stongd økir). Tað gevur eisini møguleika at fáa meira vitan um fiskastovnar frá nógvum øðrum skipasløgum og sjálvt frá automatiskum tólmennum. ”Tað er framvegis neyðugt við meira gransking fyri at vita, hvussu nógvir prøvar skulu takast fyri at fáa nóg neyvar metingar”, leggur Dr. Ian Salter aftrat, ”men kanningarhátturin hevur ovurstórar møguleikar”.

Øll greinin er atkomilig fyri øllum og kann takast niður frá Nature.com

Til ber eisin at hoyra um hesa granskingina í samrøðu við Kringvarpið 13. desember her.

Fá samband við Dr. Ian Salter á ians@hav.fo ella á +298 252472.

Mynd: (c) Leon Smith