Fiskaaling á odda fyri norðurlendskari verkætlan um eDNA
Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar nýggju verkætlanina "UNIFIeD", sum snýr seg um, hvussu Noreg, Føroyar, Ísland og Grønland gagnnýta eDNA til havgransking og havyvirvøku. Tað er Ása Jacobsen, granskari á P/F Fiskaaling, sum er verkætlanarleiðari. Hetta boðar Fiskaaling frá.
Tað eru umboð fyri 3 stovnar í Føroyum við í verkætlanini, hesi eru frá Fiskaaling, Havstovuni og Fróðskaparsetrinum
Havgransking í Norðurlondum verður í alsamt størri mun framd við granskingarhátti, ið brúkar umhvørvis-DNA (eDNA). Hóast eDNA er eitt gott amboð at brúka í sambandi við eftirliti av havtilfeingi, so vantar enn ein felags leistur, sum sigur, hvussu sýnisinnsavnan og greiningararbeiði skal gerast, soleiðis at úrslitini millum londini kunnu vera sambærlig.
Aðrastaðni er líknandi arbeiði skipað eftir felagsleisti og -strategi, sum fleiri lond samstarva um. Harvið verða kanningar, gransking og úrslitini sambærlig, soleiðis at granskarar hava betri møguleikar at samstarva og samanbera ymisk úrslit millum londini.
Smærri og fjarskotin øki, so sum í Norðuratlantshavi, hava í nógvum førum ikki felags leist ella strategi fyri gransking og annað vísindaligt arbeiði. Tað ger, at úrslit hiðani frá standa veikari frá hvørjari granskingarverkætlan sær, og tað ber illa til at fáa eina samlaða mynd av teimum viðurskiftunum, ið verða granskað. Hetta ger seg galdandi fyri eDNA-kanningar.
Ása Jacobsen, granskari á Fiskaaling, er verkætlanarleiðari fyri Unifying Nordic Initiatives and Fostering Involvement on eDNA” (UNIFIeD). Endamálið er at savna granskarar úr átta stovnum í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og Noregi. Granskararnir skulu savna saman dátur úr øllum økjunum, sum verða skipað í eina støðisfrágreiðing um eDNA-virksemi. Verkætlanin endar við einum tykisfundi, har allir partar leggja fram og viðgera úrslitin.
Ætlanin er at eyðmerkja ein felags leist fyri mannagongdir, sum samstarvið hevur áhuga og møguleika fyri at fremja. Samstundis skulu styrkir og veikleikar í ymisku økjunum í hesum sambandi eyðmerkjast soleiðis, at man saman kann tryggja, at sami eDNA-leistur í mesta mun kann vera brúktur í allari norðurlendskari havgransking.
Umboðaðu økini hava øll langar stranda- og fjarðaskipanir í Norðuratlantshavi. Nevnda samstarv og felagsleistur verða til stórt gagn fyri øll økini.
Økini, sum eru umboðaði í UNIFIeD samstarvinum, eru av globalum týdningi fyri arbeiðið við veðurlagsbroytingar og geopolitik. Tí kann samstarvið um eDNA-grundaða eftirlitsskipan verða av avgerandi týdningi fyri at røkka Heimsmálum fyri Burðardygga Menning.
Arbeiðsbólkurin fyri hav- og strandaøki undir Norðurlendska ráðharraráðnum fíggjar UNIFIeD-verkætlanina í eitt ár.
Luttakarar í verkætlanini eru:
- Føroyar: Fiskaaling, Havstovan og Fróðskaparsetrið.
- Grønland: Pinngortitaleriffik (Grønlands Naturinstitut)
- Iceland: Matís, Marine og Freshwater Research Institute (MFRI), Háskóli Íslands
- Norway: Arctic University of Norway
Kelda: Fiskaaling