Fjølbroytt plantuæti er av týdningi fyri veðurlagið
Plantuæti hevur ein avgerandi leiklut fyri lívið í havinum og í stýringini av veðurlagnum á jørðini. Tá uppblómingin av plantuæti tekur av, søkka nógvar av kyknunum niður í dýpið og taka tá við sær kolevni, sum er bundið inn í kyknurnar við fotosyntesu. Hetta er ein tilgongd, sum verður nevnd lívrunna kolevnispumpan. Lívrunna kolevnispumpan stuðlar upptøku og goymslu av koldioxid í havinum og heldur CO2 innihaldið í luftini og miðalhitan í heiminum væl lægri, enn um einki plantuæti var í høvunum. Kisilalgur er ein bólkur av plantuæti, sum er serliga týdningarmikil í hesi tilgongdini, tí hesar algur gera skeljar úr opal, eitt mineral, sum líkist glasi, er tungt og kann søkka skjótt niður í dýpið. Ikki allar kisilalgur eru tó eins. Tað er eitt stórt fjølbroytni í skapum, stødd og vistfrøðiligari strategi, sí mynd.
Í hesi kanningini var endamálið at skilja týdningin av hesum fjølbroytni í sambandi við leiklutin at flyta og goyma koldioxid úr luftini niður í Suðuríshavið. Ian Salter, granskari á Havstovuni, hevur saman við fyrrverandi ph.d.-studenti sínum Mathieu Rembauville, funnið fram til, at summi sløg av kisilalgum søkka við nógvum kolevni inni í kyknunum, meðan onnur søkka sum tómar glasskeljar. Tey ymisku sløgini av kisilalgum í høvunum tykjast hava ymiskar vistfrøðiligar eginleikar, sum spæla ein leiklut í stýringini av veðurlagnum í heiminum.
Úrslitini eru skrivað í grein, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Polar Biology. Greinin kallast “Annual particulate matter and diatom export in a high nutrient, low chlorophyll area of the Southern Ocean” og kann frítt lesast her
Kanningin vísir eitt dømi um týdningin av at skilja fjølbroytni av plantuæti í høvunum. Ian Salter fer í eitt trý ára skeið (2018-2020) at kanna fjølbroytnið í plantuæti í føroyskum havøki við at nýta framkomna DNA sekvenseringstøkni. Hetta er ein av uppgávunum í FAMEOS verkætlanini, sum er fíggjað úr Granskingargrunninum, har endamálið er at staðfesta støðuna við fjølbroytninum í djóra- og plantuæti á Landgrunninum. Slíkar støðulýsingar eru neyðugar fyri at kunna kortleggja broytingar í havsins vistskipanum og í tí tilfeingi, sum høvini veita okkum.
Les um FAMEOS verkætlanina í Stuðulsyvirlitinum
Mynd: Ian Salter and Mathieu Rembauville ©