960c928c579cf472236002010aae2af9.jpg
Skriva út
Lagt út: 12.10.2013

Eingin kendi brosmuna

Tey flestu vita, hvussu toskur smakkar, men eingin kennir smakkin av brosmu. Tað er niðurstøðan av eini lítlari kanning, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gjørdi á Vísindavøkuni. Úrslitið av kanningini er almannakunngjørt á heimasíðuni hjá starvsstovuni.

Á básinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vóru fýra føt við ymiskum fiskasløgum sett fram, sum fólk vórðu biðin um at smakka uppá. Síðani skuldu tey skriva niður á ein lepa, hvat fiskaslag tey hildu var á fatinum.

Tilsamans 31 høvdu svarað, men stórur munur var á, hvussu væl fólk kendu tey ymisku fiskasløgini.

Meira enn tveir triðingar vistu, at toskur var toskur, men nøkur gittu eisini, at tað var hýsa ella kalvi, tey høvdu fingið í munnin.

Makrel kendu næstan helvtin av teimum, ið svaraðu, og triði hvør kendi sildina.

Brosmuna kendi eingin av teimum 31, ið høvdu svarað. Tey flestu hildu, at tað var hýsa, tey høvdu etið, men gitt varð eisini, at tað kundi vera toskur, kalvi, laksur, jákupsskel, upsi ella reyðsprøka.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum