b09a6e09a3938319da5f64b7cd138995.jpg
Skriva út
Lagt út: 28.06.2016

Vísindavøkan aftur á ferð í 2016

Aftur í ár fer Vísindavøka at vera á ferð kring alt landið. Talan er um fyrilestrar, sum kunnu bíleggjast at verða hildnir í tíðarskeiðinum 19.-29. september.

Tilboðið er hugsað skúlum, stovnum, fyritøkum, feløgum, kirkjum, samkomum og øðrum. Granskarin heldur ein fyrilestur um eitt avtalað evni í 30-45 minuttir og síðani er høvi til spurningar ella kjak. Tað kann bæði vera um dagin og um kvøldið. Tað er ókeypis at fáa ein fyrilestrarhaldara.

Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.

Avtalur verða gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt. Tað ber væl til at biðja um fleiri fyrilestrar til sama stað, gjarna við eini raðfesting av, hvør fyrilestur ynsktur verður. Í fyrsta umfari tilskila vit okkum rætt til bert at játta ein fyrilestur til hvønn, sum bíleggur. Er rúm fyri tí, ber til at fáa fleiri.

Skráin við møguligum fyrilestrum verður kunngjørd tíðliga í august. Bíleggjast skal áðrenn 3. september á telduposti gransking@gransking.fo. Eftir hetta verður samlaða skráin almannakunngjørd á gransking.fo.

Endamálið við tiltakinum er at geva øllum føroyingum møguleika at uppliva part av Vísindavøkuni. Fríggjadagin 30. september verður so ein heilur dagur við framløgum, framsýningum og tiltøkum. Hetta verður í Tórshavn, staðið verður kunngjørt seinni.

Vísindavøka á ferð varð skipað á fyrsta sinni í fjør. Tá vóru næstan 1500 fólk til teir 45 fyrilestrarnar, sum vóru kring landið. Les um tiltakið í 2015 her