Vitja søvnini á Vísindavøkuni
Møguleiki verður at vitja søvnini í Havn og Hoyvík í sambandi við Vísindavøkuna. Øll søvnini hava opið hósdagin 23. og fríggjadagin 24. september frá kl. 16 til 21, umframt vanligu upplatingartíðirnar. Undantakið er Listasavnið, sum hevur opið hósdagin. Søvnini eru avmerkt á kortinum her
Søvnini eru:
Býarbókasavnið
Niels Finsens gøta 7 – sí eisini www.bbs.fo
“Eygleið, tekna og gev víðari”. Teknikapping fyri børn 2-12 ár í samband við Savnsfagnaðin. Allan september er teknikapping á barnabókasavninum. Tekna eina eygleiðing og vinn eina bók. Vit hava eisini funnið fram bøkur, sum kunnu geva tær íblástur. Til tey vaksnu hava vit gjørt eina framsýning við frásagnum frá fremmandum mentanum – ljóðbøkur, filmar og bøkur. Framsýningin broytist, so hvørt sum framsýnda tilfarið verður lænt.
Fornminnissavnið
Brekkutún 6, Hoyvík – sí eisini www.fornminni.fo
Kirkjubøstólar og fótbóltsfjepparar, føroysk klæðir og silvurpengar, gravsteinar og leysakast. Á Fornminnissavninum finnur tú lutir frá gamlari tíð heilt fram til okkara dagar, sum siga sína søgu um søgu okkara. Serframsýning er av vatnlitsmyndum úr Koltri, sum danski arkitekturin og málarin Poul Jensen hevur gjørt í sambandi við varðveitingararbeiðini í Koltri.
Jarðfeingi
Brekkutún 1, Hoyvík – sí eisini www.jardfeingi.fo
Garaguframsýning við gróti og steinum úr Føroyum og øðrum londum. Tú kanst til dømis síggja basalt, leivdir av einum 55 milliónir ára gomlum træi, grønlendskan gullmálm og ein meteoritt úr rúmdini. Feløg, sum leita eftir olju í føroyskum øki, hava skyldu til at lata alt kanningartilfarið til jarðfrøðiliga tjóðsavnið hjá Jarðfeingi. Kom og síggj ein borikjarna og hoyr um, hvussu feløg staðfesta, um olja er at finna.
Landsbókasavnið
J.C. Svabos gøta 16, Tórshavn – sí eisini www.flb.fo
Í 2009 komu 234 bøkur út á føroyskum máli. Tú finnur hesar, umframt eina ørgrynnu av øðrum føroyskum og útlendskum bókum á Landsbókasavninum. Her eru eisini tíðarrit og bløð í hópatali. Landsbókasavnið veitir eisini tænastuna E-tilfeingi, hetta kanst tú hoyra meira um í Perluni 24. september kl. 17.
Landsskjalasavnið
V.U. Hammershaimbs gøta 24, Tórshavn – sí eisini www.lss.fo
‘Bert fyri originalar’? – í hvussu so er tá tað snýr seg um skjøl! Landsskjalasavnið varðveitir skjøl, sum ikki finnast aðrastaðni. Elsta skjalið er ‘Kongsbókin’ frá 1298, ið inniheldur ‘Seyðabrævið’ og ‘Hundabrævið’. Á lesistovuni er framsýning av ymsum skjølum, t.d. skansaprotokollum, handilsbókum, løgtingsprotokollum og kirkjubøkum. Nakað av tilfari er eisini at síggja á www.history.fo. Landsskjalasavnið fer at sýna ymiskt fram í hølunum hjá Granskingarráðnum, sí skránna!
Náttúrugripasavnið
V.U. Hammershaimbs gøta 13, Tórshavn – sí eisini www.ngs.fo
Rótmikil dreymsólja, grágás, heiðalyngur, rita, snjósólja, lundi, rundblaðað sóldøgg – ST hevur lýst 2010 at vera ár fyri lívfrøðiligt margfeldi. Á Náttúrugripasavninum finnur tú hópin av plantum og djórum úr bergi í fjøru og undir vatnskorpuni. Eisini eru framsýningar av føroyskari jarðfrøði. Uppgávur eru til børn at loysa, m.a. ræður um at finna røttu planturnar, fuglarnar og fiskarnar.
Sjósavnið
Rættargøta 1, Argir – sí eisini www.sjosavn.net
Toskur, hýsa, upsi, kalvi, krabbi, igulker, høgguslokkur. Vit kenna nøvnini, men hvussu er tað nú at tað sær út? Tað eru 247 ymisk fiskasløg funnin um okkara leiðir. Sjósavnið hevur 30-40 ymisk fiskasløg í framsýningarkørunum. Øll fiskasløgini eru fingin í føroyskum sjógvi.
Kom og hygg og spyr! Fólkini á Sjósavninum vita eina rúgvu um tað, sum tú sært í kørunum.
Listasavnið
Gundadalsvegur 9, Tórshavn – sí eisini www.art.fo
Reytt, svart, hvítt, blátt, lilla, gult, grønt, ultramarin. Málningar, tekningar, skitsur, standmyndir, grafikkur. Vitja Listasavnið, sum hevur serframsýning við myndum hjá Arnoldi Vegghamar 17. september til 24. oktober. Tú kanst eisini síggja føstu framsýningina við verkum av m.ø. Mikines, Ingálvi av Reyni, Ruth Smith, Elinborg Lützen, Tróndi Paturssyni og Tommy Arge.