Sørvágs Bókasavn
Skriva út
Lagt út: 03.11.2020

Framløgur um tang, koronuskúlan og føroyskt havøki

Vísindavøkan á ferð vitjar mikukvøldið 4. november kl. 19 á Sørvágs Bókasavni.

Tríggjar framløgur verða í Sørvági . Hvør framløga verður umleið 20 minuttir.

Agnes Mols Mortensen, granskari á Fiskaaling, heldur framløgu við heitinum: Tang frá gróvkorni til borðiskin – vøkstur, innihald og matvørutrygd.

Erla Olsen, granskari á Námsvísindadeildini, heldur framløgu við heitinum: Læran av og í koronuskúlanum

Bartal Højgaard, granskari á Jarðfeingi, heldur framløgu við heitinum: Føroyskt økið er 99,5% hav og verri kortlagt enn Mánin

Tiltakið er alment og verður skipað sambært almennu koronutilmælunum.

Tað er ikki neyðugt við tilmelding