Ráðstevna: fjølbroytni og samleiki í Europa
Ein ráðstevna um framtíðar gransking innan hugvísindi í Europa verður hildin í Strasbourg í Fraklandi í døgunum 8. og 9. oktober í ár. Hetta er tann fjórða ráðstevnan hjá netverkinum HERA. HERA er stytting fyri Humanities in the European Research Area. Hetta er granskingarverkætlan, fíggjað av FP7.
Á ráðstevnuni, sum hevur heitið Europeiskt fjølbroytni - europeiskir samleikar, luttaka fleiri enn 30 fyrilestrahaldarar, ið fara at røða um samleika, sæð út frá ymiskum sjónarhornum.
Endamálið við ráðstevnuni er at vísa á ta bestu granskingina innan hugvísindi í Europa og at eggja til gott samstarv millum granskarar og myndugleikar fyri at fremja ta bestu granskingina.
Les meira um ráðstevnuna her.