Fróðskaparfelagið skipar fyri ráðstevnu um gransking í Føroyum
Hósdagin 16. november skipar Fróðskaparfelagið fyri ráðstevnuni Gransking í Føroyum. Ráðstevnan er ætlað granskarum, men eisini lesandi og onnur, sum hava áhuga fyri gransking, kunnu luttaka.
Á skránni er tveir høvuðsfyrilestrar, ein røð av styttri framløgum frá føroyskum granskarum, postara sessión og røður.
Høvuðsrøðararnir eru
Lise Lotte Hansen, ph.d., lektari við Aarhus Universitet: "Identifikation af epigenetisk baserede cancer biomarkører"
og
Reid Hole, Dr. Prorektari fyri Forskning og utvikling við Nord Universitet: "Samspill i forskning"
Síðst á skránni er tiltak kallað Vísindi í verki - Matur og drekka. Her fer Leif Sørensen at hava brellbitar við, Okkara bjóðar smakkiroyndir og framløgu v/ Søren Anholt, og Føroya Bjór bjóðar smakkiroyndir
Sí alla skránna her
Ráðstevnan er ókeypis. Við atliti at mati biðja fyrireikararnir luttakarar skráseta seg við at senda teldupost til winny@setur.fo
Les meira um ráðstevnuna her
Hvat er Fróðskaparfelagið
Fróðskaparfelagið varð stovnað í 1952,
Mið felagsins eru
1. At fremja samstarv millum fólk í Føroyum, sum takast við vísindaligt starv.
2. At upplýsa alment um vísindalig viðurskifti við útgávuvirksemi og fundum.
3. At menna føroyskt sum vísindamál.
Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið hava í nógv ár samstarva um orðabókaarbeiði, útgávuvirksemi, almennar fyrilestrar o.tíl. Í 2005 stovnaði Fróðskaparfelagið saman við Fróðskaparsetrinum forlagið Fróðskap, sum heldur fram við útgávuvirksemi felagsins.
Sambært viðtøkum felagsins kunnu tey gerast limir, sum í verki hava víst, at tey hava granskingarførleika ella í minsta lagi hava útbúgving á masterstigi. Tann, sum søkir um limaskap, kann seta seg í samband við felagið á fff@frodskaparfelag.fo.
Eftir umsókn ella uppskoti frá limum býður nevndin teimum limaskap, sum hon metir lúka ásettu treytir.